- Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, hevur boðað løgmanni frá, at hon ynskir at verða loyst úr starvi, sbr. stýrisskipanarlógini § 29 stk. 1.
- Løgmaður hevur eftirlíkað hennara umbøn.
Hetta legði Løgmansskrivstovan út fyri lítlari løtu síðani - nakrar minuttir eftir at Ingilín Didriksen Strøm á tingsins røðarapalli kunngjørdi, at hon ynskti at leggja sessin frá sær.
Hóast hon ikki metti, at hon hevði gjørt nakað tilvitað skeivt, uttan at møguliga orðað seg heldur óheppið í tingunum fyrr í ár, so ásannaði Ingilín Strøm, at hon fór at fella.
Sí eisini: Ingilín hevur biðið løgmann loysa seg úr starvi
Nú er ein nýggj støða í landsstýrinum. Sambært lóg yvirtekur Aksel V. Johannesen í fyrstu syfti embætið.
- Sambært fráboðan nr. 164 frá 22. desember 2022 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 73 frá 18. juni 2024, § 55 stk. 3, røkir løgmaður fyribils umhvørvismál.
Kringvarpið fangaði løgmann í Løgtinginum fyri løtu síðani. Spurdur um hvussu støðan verður nú í aðallráðnum, staðfesti Aksel V. Johannesen, at hann ikki veit; ein tilgongd skal nú vera, har hann hyggur uppá støðuna saman við hinum í Javnaðarflokkinum.
Eitt spurnartekin er nú sett útfyri stevið í samgonguni, tí hvørki løgmaður ella Høgni Hoydal væntaðu, at nakar í samgonguni høvdu atkvøtt fyri misáltinum. Tað kom ikki so langt, tí at Ingilín Strøm sjálv legði frá sær, áðrenn andstøðan og allarhelst tveir Tjóðveldi-tinglimir, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard, sluppu at fella hana sum landsstýriskvinnu.
Sí eisini: Ingilín gjørdi ein Jørgen og legði frá sær
Mynd: Jens Kr. Vang
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald