
Í morgin, 26. mai, tekur løgmaður lut á árliga summarfundinum hjá norðurlendska forsætisráðharrunum, sum verður hildin í Turku í Finnlandi.
Millum málini, sum eru á skrá, eru spurningar um trygd, tilbúgving og kappingarføri hjá londunum um okkara leiðir. Tí ferðast umboð fyri føroyska Vinnuhúsið eisini við til Finnlands.
Serligur gestur á fundinum hesa ferð er týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz.
- Tað er tørvur á, at Norðurlond standa saman, og samstarvið okkara millum verður enn betri. Men vit kunnu ikki standa einsamøll, og tí gleðir tað meg, at týski samveldiskanslarin eisini luttekur. Føroyar ynskja at hava ein virknan leiklut. Bæði í norðurlendskum høpi og við at stuðla okkara sameindum í spurningum um trygd í Norðuratlantshavi og Arktis, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Løgmansskrivstovan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald