
– Landsstýrið fordømir atgerðirnar hjá Russlandi uppá tað harðasta, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin í tinginum mikudagin spurdi hann, um landsstýrið fer at finna eina semju um ein føroyskan ukrainapolitikk.
Løgmaður vísti m.a. á, at Føroyar hevur tikið ímóti flóttafólki og latið eina metstóra upphædd í neyðhjálp til Ukraina, og núverandi landsstýri leggur í løtuni seinasta hond á greiningararbeiðið um fiskiveiðusamstarvið millum Føroyar og Russland.
– Greiningararbeiðið er partur av grundarlagnum fyri einum føroyskum uttanríkispolitikki, sum vit kunnu standa saman um, og sum byggir á okkara virði sum fólk, segði hann.
– Ætlanin hjá landsstýrinum er at leggja greiningararbeiðið fyri uttanlandsnevndina, har allir flokkar eru umboðaðir. Okkara mál er at fáa andstøðuna við. Um vit megna at standa saman hesaferð fer tíðin at vísa.
Aksel V. Johannesen legði afturat, at hann ikki væntar, at tað gongur rúm tíð, áðrenn komið er á mál. Vónandi verður tað í felag, við semju millum allar flokkar á tingi, tí vit eiga at tosa við einari rødd í uttanríkispolitikki, segði hann.
Jenis av Rana vísti á, at talan er um størsta málið í heiminum í løtuni, men tað var deyðatøgn í tinginum, tá onnur tingfólk fingu høvi at biðja um orðið.
Tingmaðurin segði, at hann útfrá sínum royndum sum uttanríkisráðharri fyri Føroyar kundi staðfesta, at umheimurin leggur meira merki til signalini, sum koma úr Føroyum, enn vit ímynda okkum, og at okkurt má henda.
– Føroyar mugu gera tað rætta, og tað er eingin ivi um, hvat tað rætta er, segði hann.
Løgmaður metti seg vera samdan við Jenis av Rana um málið, og hvussu tað eigur at handfarast, men av tí at talan er um eitt so stórt álvarsmál, hevur landsstýrið valt at givið málinum tíð, so mann kann greina, hvørjar avleiðingar møguligar avgerðir hava. Líkamikið hvat vit gera, fer tað at fáa onkrar avleiðingar, segði hann.
Arbeiðið verður væntandi liðugt hendan mánaðin, og so verður tað viðgjørt í uttanlandsnevndini, og er málið at fáa semju í nevndini og á løgtingi um, hvussu farast skal fram, segði Aksel V. Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald