Ætlanin var, at Føroyar og Danmark í januar av álvara skuldu byrja at fundast um ríkisrættarligu støðuna. Meginparturin av politisku flokkunum hava seinasta árið verið við í arbeiðinum at broyta og dagføra samstarvið við Danmark.
Men januar 2026 er farin framvið, og eingin fundur hevur verið - ongar veruligar samráðingar millum londini.
Í síðstu viku staðfesti Aksel V. Johannsen, at enn er eingin fundur avtalaður millum landsstýrið og donsku stjórnina um ríkisrættarligu viðurksiftini.
Hetta var í svari uppá grein 52 fyrispurning hjá Bárði á Steig Nielsen. Formaðurin í Sambandsflokkinum, sum ikki er við í arbeiðnum, spurdi løgmann um ætlanin er at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum, og hvussu langt hetta arbeiði er komið.
- Sum eg havi svarað spyrjaranum áður, m.a. í §52a fyrispurningi 52-110/2024, so eru fimm av seks flokkum á Løgtingi samdir um, at Føroyar tørva størri uttanríkispolitiskar heimildir, og ynskja eina skipan, sum gevur Føroyum uttanríkispolitiskar heimildir og byggir á samstarv millum javnbjóðis lond í einum felagsskapi. Altso at broyta ríkisfelagsskapin til ein ríkjafelagsskap.
Les spurning og alt svarið her
Vónar tað verður hetta valskeiðið
Kjakið um føroysku støðuna í ríkisfelagsskapinum fyllur meira og meira. Millum annað "munnhøgdust" Anna Falkenberg og Bjarni Kárason Petersen á sosialu miðlunum í gjár um evnið. Hetta eftir at fólkatingslimurin hjá Sambandsflokkinum í lesarabrævi hevði ført fram, at loysingarætlanin - sonevnda tjóðarsemjan - fer at kosta 2,7 millardir eyka um árið.
![]()
Rokningin sum millum annað Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn skýrdi at vera misvísandi (Mynd: Sambandsflokkurin á Fólkatingi)
Júst Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn hevur í Frihedsbrevet sagt, at arbeiði gongur fyri seg á fyrisitingarligum stigi í løtuni, og at flestur flokkarnir eru . Men ongar veruliga samráðingar eru í gongd ella eru settar á skrá.
Tí settu Portalurin og FM1 seg í samband við løgmann í dag. Vit spurdu:
Løgmaður hevur í svari til Bárði á Steig Nielsen sagt, at ongar samráðingar við donsku stjórnina eru settar á skrá enn. Fyrr hevur verið sagt, at tað skuldi vera í januar. Ber tað til at siga nakað um tíðarhorisontin í løtuni?
Aksel V. Johannsen svaar:
- Tað snýr seg fyrst og fremst um, at vit náa á mál við tí, sum fimm flokkar eru samdir um, og at talan er um eina avtalu, sum styrkir støðuna hjá Føroyum. Tað hevur minni at siga, hvussu skjótt tað gongur. Mín vón er, at samráðingar byrja í hesum valskeiðnum, men samstundis mugu vit eisini ásanna, at arbeiðið kann draga út.
Harvið er ikki so nógv nýtt at frætta. Støðan við Grønlandi og USA hevur avgjørt seinkað tilgongdini, men ætlanin er framvegis at byrja samráðingar við hesum landsstýrinum. Valskeiðið endar einaferð í vetur, uttan so at nýval verður útskrivað fyri tíð.
Sambandsflokkurin var við á teimum innleiðandu fundunum í fjør, men tá tað gjørdist greitt, at ætlanin var at fara úr ríkisfelagsskapinum, pakkaðu Bárður á Steig Nielsen og hini taskuna.
Løgmaður sigur eisini í svarinum í dag, at fimm flokkar eru við. Her man hann sipa til Miðflokkin, útyvir samgonguflokkarnar og Fólakflokkin. Men eftir fosturtøkumálið hevur Miðflokkurin ikki vilja samstarva við samgonguna um nakað. Steffan Klein Poulsen, tinglimir, váttaði eisini fyri Frihedsbrevet fyrr í vikuni, at Miðflokkurin ikki er við longur, tó at flokkurin ikki er ósamdir í arbeiðsgongini ella sjálvum ætlanunum.
Dagført: 13.53
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald