Danski løgmálaráðharrin, Søren Pape Poulsen, hevur nú svarað fyrstu spurninginum, sum Magni Arge, fólkatingsmaður, setti honum um føroysku løgfrøðiútbúgvingina.
Løgmálaráðharrin sigur, at arbeiðsbólkurin viðvíkjandi teirri føroysku rættargangslógini varð liðugur við sítt arbeiði í vár, og at eitt útkast til nýggja rættargangslóg fyri Føroyar varð sent landsstýrinum og almenninginum til hoyringar 3. apríl.
Í løtuni bíðar danska løgmálaráðið eftir hoyringssvarum, og tá hoyringsfreistin er úti, verður støða tikin til, um hoyringssvarini geva høvi til at broyta uppskotið.
Síðan sigur Pape Poulsen í svarinum:
”Helt generelt er det min opfattelse, at en person med en færøsk jurauddannelse skal stilles som en person med en dansk jurauddannelse, hvis uddannelserne kan sidestilles. Jeg vil derfor i det videre arbejde med lovudkastet have fokus på, at de to nævnte situationer behandles ens.”
Í spurninginum til Søren Pape Poulsen vísti Magni Arge á, at í útbúgvingarkravinum til dómarar stendur einans, at talan skal vera um eina løgfrøðiliga kandidatútbúgving. Onki stendur um, at hon skal vera donsk – enn minni donsk í týdninginum ikki føroysk.
Tá orðini ”donsk útbúgving” annars verða nevnd í lógaruppskotinum, kann hetta tað sama merkja, at føroyskar og grønlendskar útbúgvingar eisini eru góðkendar, vísti Magni Arge á.
- Sum eg lesi svarið hjá Pape Poulsen, so metir hann, at løgfrøðingar við danskari ella føroyskari løgfrøðiútbúgving á sama stigi, skulu javnsetast og hava somu sømdir. Og í uppskotinum til nýggja rættargangslóg skal hendan javnsetingin tryggjast. Frá føroyskari síðu mugu vit syrgja fyri, at komið verður á mál tí viðvíkjandi, sigur hann.
Pape Poulsen hevur eisini fingið aðrar neyvari spurningar um rættargagnslógina og løgfrøðiútbúgvingar, sum hann skal svara Føroyanevndini um miðjan mei.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald