2023-01-03 17:38
Næsta mánadag 9. januar leggur Løgmansskrivstovan covid-19 eftirmetingina fram. Arbeitt hevur verið við hesum seinastu mánaðirnar, og nú er klárt at leggja hana fram fyri miðlunum.
Fyrsti koronutilburðin var staðfestur í Føroyum mars 2020, og nakrar dagar seinni vóru umfatandi tiltøk sett í verk fyri at steðga smittuni. Eitt tíðarskeið var trýstið so mikið stórt, at koronupass var sett í gildi í Føroyum.
Tann 28. februar 2022 vóru øll koronutiltøk tikin av.
Tilsamans 34.237 tilburðir av koronu vóru staðfestir í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald