- Hasir teldupostarnir eru tað reina fupp, so latið vera við at trýsta á nakra leinkju og flytið ikki nakran pening.
So greiður á máli er vaktleiðarin á løgreglustøðini um teldupostarnir, sum fleiri føroyingar hava móttikið, har ið teldusníkar royna at noyða pening frá fólki við at hótta við at deila videoupptøkur av móttakaranum, meðan móttakarin hyggur at porno.
Les: Pornoavnoyðsla: Fleiri føroyingar móttikið teldupost frá teldusníkum
Vaktleiðarin sigur seg tó ikki hava hoyrt um hesar teldupostarnar, sum fólk hava móttikið, fyrrenn nú.
- Bæði tá ið talan er um sovorðnar teldupostar, ella tá talan er um teldupostar frá t.d. onkrum prinsi í Nigeria, er kjansurin fyri, at nakar sannleiki er í teldupostunum, absolutt minimalur. Tí er týdningarmikið, at fólk strika teldupostarnar sum skjótast ella fáa sær spamm-filtur, so tílíkir teldupostar verða sáldaðir frá, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Sambært danska KT-serfrøðinginum Jesper Helbrandt eru eisini sannlíkindini fyri, at teldusníkarnir veruliga liggja inni við videoupptøkum av móttakarunum sera lítil - og um talan var um veruligar videoupptøkur, høvdu teldusníkarnir helst sent okkurt avrit av upptøkuni við í teldupostin sum prógv.
- Hetta er fyri at lumpa fólk. Tað er eitt skot í luftina, sum verður sent til fleiri túsund fólk. Tað er møguligt at hakka seg inn á webkamera, men eg hevði verið serstakliga bilsin, um tað vísti seg, at teldusníkarnir í veruleikanum hava nakað.
- Teir einasta, teir hava, er eitt brúkaranavn og eitt loyniorð, sum teir vita, at fólk hava brúkt, sigur Jesper Helbrandt við TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald