Føroya Politi hevur í samstarvi við viðkomandi partar eftirmett hendingarnar í sambandi við fótbóltsdystin 1. august, tá HB tók ímóti kroatiska Hajduk Split á Tórsvølli.
Soleiðis verður skrivað í tíðindaskrivi:
Áðrenn og undir dystinum tóku ógvisligar hendingar seg upp, líknandi teimum sum vit síggja til altjóða dystir kring Evropa. Hetta er óvanligt í Føroyum og setti síni týðilig spor, og kravdi hetta eina eftirfylgjandi eftirmeting.
Við dystinum fylgdi eitt týðandi tal av váðafjepparum. Tað eru fjepparar, ið eru kendir fyri at elva til trupulleikar. Av hesi orsøk var tað frammanundan samband við gistingarhús, tó uttan at talan var um eitt formligt samstarv, sum kanska hevði verið við til at betra um fyrireikingina. Eftirmetingin hevur víst, at samband við aðrar partar, m.a. barrir, eisini hevði verið gagnligt í einari tílíkari støðu.
Trygdarviðurskiftini á stadionøkinum - við útliti til ein slíkan váðadyst - verða mett, í tøttum dialogi við tey, sum hava ábyrgd av dystinum, at kunna styrkjast. Vísast skal á, at trygdaruppgávan á stadion var loyst væl grundað á ítøkiliga hóttanarstøðið og talið av váðafjepparum. Tað var torført at kanna útivallafjeppararnar vegna teirra serliga atburð. Hetta verður mett at vera orsøkin til, at neyðbluss vóru nýtt undir dystinum. Tað er ikki greitt við vissu, hvussu neyðblussini vóru fingin til vega. Eftir dystin var støðan friðalig. Hetta stóðst serliga av einum vælskipaðum átaki, har føroyskir áskoðarar fyrst vórðu leiddir út, meðan útivallafjeppararnir bíðaðu á stadion.
Yvirskipað hevur eftirmetingin víst, at okkum tørvar eina greiða váðaflokking av fótbóltsdystum, sum neyvt og týðiliga kann vísa á trygdarátøk, sum eru hóskandi fyri at vísa aftur møguligari neiligari og harðligari atferð hjá váðafjepparum. Eftirmetingin hevur víst, at lóggávan á økinum kann styrkjast, so at tað er greitt, hvørji tiltøk kunnu setast í verk. Tað kann m.a vera forboð fyri at koma inn á stadion, um ein sum áskoðari hevur víst ein ávísan atburð.
Politiið tekur eftirmetingina til eftirtektar og er av teirri áskoðan, at tað, ið vit hava lært av hendingini, fer at brynja allar partar betur, skuldi ein líknandi hending komið fyri í framtíðini. Nøkur lærupunkt í hesi eftirmetingini kunnu ikki berast víðari í síni heild. Hetta er bæði við atliti at ráðlegging og almennum trygdarviðurskiftum í sambandi við, at dystir við stórum váða verða spældir.
Politiið hevur ikki fleiri viðmerkingar til eftirmetingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald