Nú eru følsk SMS-boð aftur í umferð í Føroyum, hesa ferð frá onkrum, sum gevur seg út fyri at vera stroymingartænastan Netflix.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan í gjár fekk tvær fráboðanir frá fólki um hesi SMS-boðini, og tann eini persónurin hevði ikki Netflix-hald.
Í boðunum, sum skulu eitast at vera frá Netflix, stendur; “Tín konta verður steðgað um 24t. Dagfør tínar gjaldsupplýsingar nú”.
Síðani er eitt leinki, og heitt verður á fólk um Ikki at trýsta á tað, tí talan er um eitt sonevnt phishing-álop, har roynt verður at fáa gjaldsupplýsingar frá fólki.
Nummarið, sum SMS-boðini eru frá, er eitt nummar úr Eysturríki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald