
Løgreglan ávarar í kvøld um eina røð av hackaraálopum, sum longu hava rakt fleiri føroyskar fyritøkur og privatpersónar.
Talan er um sonevnt phishing álop, har tú gjøgnum teldupost verður lokkaður at trýsta á eina leinkju.
Trýstir tú á leinkjuna, kemur tú inn á nakað, sum líkist innritingarglugganum hjá Office 365, OneDrive og OneNote hjá Microsoft. Trýstir tú á leinkjuna, kemur tú til eina falska heimasíðu, har tú verður biðin um at rita inn á tína Microsoft-kontu. Tá tú hevur innritað, verður teldupostadressan og loyniorðið hjá tær sent víðari til brotsmenninar, og gevur hetta teimum atgongd til kontuna. Gjøgnum tína kontu senda teir teldupostar til tínar kontaktir, og sostatt royna teir at hacka teirra kontur eisini og at snýta tey og fáa tey at flyta sær pengar.
Á Facebook-síðuni hjá Føroya Politi sæst eitt dømi um, hvussu innihaldið í teldupostinum og innritingargluggin síggja út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald