Innanlands

Løgreglan ávarar um phishing-álop á Facebook

- Trýstið ikki á leinkjurnar um tit fáa eini slík boð, ljóðar ávaringin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-11-29 11:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska løgreglan fekk í gjárkvøldið eina fráboðan um, at fleiri borgarar vórðu útsettir fyri phishing álopi á Facebook. Borgararnir sóu eitt uppslag, ið var skrivað á føroyskum, har ein verður biðin at venda sær til 112, um ein hevur upplýsingar um eitt ferðsluóhapp (Sí mynd).

[object Object]

Við at trýsta á leinkjuna verður ein biðin um at rita inn á Facebook av nýggjum. Við hesum fáa teldusníkarnir innritanarupplýsingar og broyta loyniorðið til Facebook.

Leinkjan er mest sannlíkt umsett til føroyskt við Microsoft Translator. Tað sæst við at tað er ”/” (framskák) í tekstinum.

Føroya Politi vil tí staðiliga heita á øll, um at ikki trýsta á leinkjuna ella aðrar líknandi leinkjur, har ein verður biðin at rita inn á Facebook av nýggjum.

Um tú hevur trýst á leinkjuna og hevur skrivað tínar innritinarupplýsingar, skalt tú skjótast gjørligt broyta loyniorðið hjá tær. Um teldusníkarnir longu hava broytt títt loyniorð og sostatt læst teg úti av kontuni, kanst tú royna at brúka ”gloymt loyniorð” funkuna.

Fyri at tryggja tínar kontur á bestan hátt verður mælt til at virkja ”Tvey-Faktor”. Sí annars heimasíðuna hjá KT-trygd, ið hevur góð ráð til hvussu ein tryggjar seg á bestan hátt ímóti álopum frá teldusníkum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder