Innanlands

Løgreglan eftirlýsir 53 ára gamlan mann

(Dagføring: Funnin aftur í øllum góðum) Eiler Guttesen er seinast sæddur fara við hvítum seksæringi av Borðoyavík í gjár

2019-03-16 13:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan sóknast eftir manninum Eiler Guttesen, 53 ár, og bátinum Bakkafossur Bakkafossur KG2, er ein hvítur seksæringur.

Báturin er seinast sæddur fara av Borðoyarvík fríggjakvøldið tann 15. mars kl. 17:39, við manninum umborð.

Báturin var júst seldur nýggjum eigara, og eingin hevur sæð ella hoyrt fra manninum síðani. Myndin er av bátinum Bakkafossur.

Vita tit eitt hvørt hesum viðvíkjandi, vinarliga boða Føroya Politi frá á tlf. 351448 ella 114.

Dagføring 15:00: Funnin aftur í øllum góðum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder