
Leygarkvøldið fór ein føroyskur maður fyri borð á Norrønu, og tá Norrøna kom á Havnina í gjárkvøldið fór løgreglan umborð at avhoyra møgulig vitni í sambandi við hendingina, men tað ber ikki til at staðfesta, júst hvat er, sum er hent, sigur løgreglan.
Fólk sóu hann fara niður við síðuni, men eingin sá tað, tá hann fór fyri borð, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at málið er skrásett sum ein vanlukka.
Maðurin fór fyri borð á dekki sjey, har hitapottarnir eru. Hetta hendi umleið klokkan 19 leygarkvøldið, tá Norrøna varð stødd 12 fjórðingar suður úr norska býnum Mandal.
Dagførd kl. 9.07
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald