Innanlands

Løgreglan fingið fleiri fráboðanir um teldusníkar á Messenger

Ein persónur hevði latið bæði telefonnummar og kortupplýsingar og misti tí yvir 11.000 krónur

2025-05-25 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár sendi løgreglan eina ávaring út á Facebook um, at teldusníkar aftur gera um seg á sosialum miðlum.

Í hesum førinum hava fólk fingið boð á Messenger frá vinfólki, sum biðja um teirra telefonnummar, og boðini eru skrivað á góðum føroyskum máli, og tí er torført at leggja til merkis, at boðini koma frá teldusníkum, sigur løgreglan.

Les eisini: Løgreglan: Teldusníkar gera um seg á Facebook og Messenger

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir í morgun, at tey í gjár fingu tríggjar fráboðanir frá fólki, sum søgdu seg hava fingið slík boð á Messenger.

Í einum føri hevði viðkomandi fingið at vita, at tey høvdu vunnið okkurt, og hevði tí latið víðari bæði telefonnummar og kortupplýsingar og hevði síðani mist 1500 evrur - umleið 11.200 krónur.

Vaktleiðarin heitir tí á fólk um at vera varin, um tey fáa slík boð á Messenger, og eisini verður mint á, at tað er umráðandi ikki at lata frá sær loyniorð ella gjaldskortupplýsingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder