Innanlands

Løgreglan flytur nú inn í Húsagøtu

Politistøðin fyri 138 milliónir krónur verður tikin í nýtslu mánadagin

(Mynd: Føroya Politi)

(Mynd: Føroya Politi)

2021-06-29 21:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gamli bankabygningurin, sum nú er umbygdur til politistøð, verður tikin í nýtslu næsta mánadag.

Løgreglan boðar frá, at tey hava stongt fríggjadagin 2. juli vegna flyting, og klokkan 10 mánadagin, verður latið upp í nýggju politistøðini í Húsagøtu 3.

Tað er danska fyritøkan Ommen & Møller A/S, sum hevur verið høvuðsarbeiðstakari og kostnaðarætlanin fyri nýggju politistøðina er 138 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder