Sea Shepherd hevur nú boðað frá, at felagsskapurin aftur ætlar at gera eitt átak í Norðuratlantshavi í summar. Tað kann merkja, at fólkini í svørtu hettutroyggjunum aftur vera at síggja her hjá okkum.
Undanfarin ár, tá Sea Shepherd hevur verið í Føroyum, hevur løgreglan havt úr at gera við at halda skil á, at alt fer friðarliga fram, og soleiðis verður eisini hesaferð - serliga meðan grindadrápini eru.
- Vit mugu vera væl mannaðir, so tað ikki verður áfast millum partarnar, segði Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur við Dag & viku í kvøld.
- Hvørja ferð átøk eru lærir man okkurt av tí, og so tillaga vit okkum eftir umstøðunum. Tað er altíð ringt at forútsiga hvat kann henda og hvat ikki kann henda, sigur Jón Klein Olsen.
Hann mælir føroyingum til at taka tað róligt, kemur felagsskapurin til Føroya í summar.
- Føroyingurin er generelt øgiliga róligur á lyndi, og tað skulu vit blíva við at vera, og ikki lata okkum ávirka av og øsa upp av felagsskapum sum Sea Shepherd. Tað tænir ongum endamáli og so slett ikki fyri føroyingurin ella Føroyar yvirhøvur, sigur Jón Klein Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald