Innanlands

Løgreglan ger átak móti skutarum

Royna at greiða ungu monnunum frá vandum og reglum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-03-19 07:00 Author image
Ingi Samuelsen

Tað er ein ávísur trupulleiki við skutarum í høvuðsstaðarøkinum fyri tíðina. Talan er um ungar dreingir, sum í fleiri førum koyra nógv ov skjótt, í stórum bólkum og í stríð við lóggávuna annars.

- Hetta snýr seg ikki um, at vit fara eftir teimum, men royna at koma á tal við dreingirnar, sum koyra á hesum skutarum. Vit greiða frá vandunum við at koyra ov skjótt, frá ampunum av, at til dømis eitt útstoyt er í ólagi og eisini frá, at tað ikki er loyvt at vera meira enn eitt fólk á einum skutara ella prutli, greiðir vaktleiðarin á politistøðini frá.

Hann sigur, at tað er javnan at fólk ringja inn á politistøðina og kæra sína neyð um skutarar.

- Eitt nú tá tey síggja tvey á einum skutara. Ofta er tað ein drongur, sum koyrir, og so situr ein vøkur genta aftanfyri. Men tað er bara drongurin, sum ber hjálm. Fólk vita, at slíkt er ikki loyvt, og gerast tí firtin, serliga tá tann, sum situr aftanfyri heldur ikki er vard av hjálmi.

Átakið hjá løgregluni snýr seg um at koma á tal við hesi fólkini. Men fyri at vita meira um, hvussu ferðingarmynstrið hjá hesum bólkum er - nær og hvar tey hittast - so er løgreglan áhugað at hoyra frá fólki, sum hava vitan um slíkt.

- Í gjár var ein friðarligur dagur annars, og okkara patrúljur fingu boð um at koma á tal við ungar prutlkoyrarar, og tað eydnaðist at koma á tal við fleiri, sigur vakthavandi.

 

placeholder
placeholder