Innanlands

Løgreglan: Hetta hevur órógvað fleiri borgarar

Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um, at ungdómar í Havn hava órógvað fólk við heimagjørdum bumbum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-12-09 09:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um, at ungdómar í Havn hava stuttleikað sær við at gera eitt slag av heimagjørdum bumbum úr silvurpappíri og frárenslureins.

Hetta gevur ein hvøllan brest, og hevur órógvað fleiri borgarar í høvuðsstaðnum. M.a. hava tey ungu blakað bumburnar inn í túnið hjá fólki, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Hann sigur, at løgreglan hevur roynt at práta við tey ungu og foreldur teirra, umframt SSP. Eisini hevði tað verið gott, um handlar ikki seldu reinsievni til frárens til 12-14 ára gomul, tí tað er sannlíkt, at tað verður brúkt til bumbur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder