Innanlands

Løgreglan: Hetta vikuskiftið hevur verið friðarligt

Nógv tiltøk hava verið hetta vikuskiftið, men kortini hevur verið friðarligt – Ein bilførari varð tó tikin fyri rúsdrekkakoyring

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-05-21 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv tiltøk hava verið um vikuskiftið, men sum heild hevur verið friðarligt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Bátastevna hevur verið í Vestmanna, og í høvuðsstaðnum hava verið fleiri tiltøk – Bryggjulaksur, kvinnurenning og djóradagar, og í hesum sambandi hevur løgreglan eisini verið nógv til staðar.

Løgreglan hevur m.a. kannað ferðsluna – bæði á sjónum og á landi – og har hevur sum heild alt verið í lagi. Í sambandi við kvinnurenningina vórðu fleiri vegir stongdir seinnapartin í gjár, og hetta elvdi til eitt sindur av ferðsluruðuleika. Ein bilførari varð eisini tikin fyri rúsdrekkakoyring í Suðuroynni, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder