Løgreglan hevði úr at gera í gjár, og fleiri fráboðanir vóru um ymiskt óregluligt.
Í gjáramorgunin var løgreglan úti við lasaranum og tók ferðamátingar. Hetta førdi eina sak við sær í Havn, har ein koyrdi 69 km/t. Viðkomandi fekk bót og klipp í koyrikortið.
Løgreglan fekk eisini eina fráboðan um ein kampingvogn beint uttanfyri Havnina, sum vinglaði í so nógv tá hann koyrdi. Løgreglan steðgaði kampingvogninum, men har fór einki óregluligt fram. Eitt sindur av vindi var, og bilførarin greiddi frá, at hann nakrar ferðir varð tikin eitt sindur av vindinum.
Løgreglan fekk eisini eina fráboðan um at ein brandávaring var farin frá í einum privat húsum. Talan var um okkurt tekniskt brek, sum setti ávaringina í gongd, tí at einki var á vási í húsunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald