Innanlands

Løgreglan hevur kannað bilførar og skeinkistøð í nátt

Á løgreglustøðini verður sagt, at fólk skikkaðu sær ógvuliga væl í nátt og einki mál var

2019-06-15 10:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan hevur í nátt verið úti ymsastaðni. Í Norðurøkinum vóru málrættaðar kanningar gjørdar av bilførarum, har løgreglan vildi tryggja, at eingin koyrdi ávirkaður. Hetta varð millum annað gjørt í Runavík, har Eystanstevna var. Eingin bilførari ið blásti hevði promillu.

Skeinkistøð í Havn og aðrastaðni vóru kannaði í mun til, um tey lukkaðu til ásetta tíð, og eftir at tey lukkaðu var løgreglan til staðar, tá nógvu fólkini komu út á gøtuna. Heldur ikki har var nakað at koma eftir, og sambært vakthavandi skikkaðu fólk sær væl.

Hetta var eisini soleiðis á Countryfestivalinum í Sørvági, har nógv fólk vóru samlaði.

Løgreglan fekk í gjár eina fráboðan um, at tríggjar gæs vóru yvirkoyrdar í Kollfjarðardali. Ein bilførari hevði funnið tær, har tann eina var deyð og hinar báðar píndust. Løgreglan heitir á fólk, um at boða frá beinanvegin, tá djór eru yvirkoyrd, og tey kanska liggja og pínast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder