Innanlands

Løgreglan í Las Vegas biðið um DNA roynd av Cristiano Ronaldo

DNA royndin skal brúkast í samband við at Cristiano Ronaldo verður ákærdur fyri neyðtøku

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-01-11 10:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan í Las Vegas hava sent boð um at DNA roynd skal gerast av Cristiano Ronaldo.

Orsøkin er at ein kvinna nevnd Kathryn Mayorga, leggur Cristiano Ronaldo undir at hava neyðtikið hana á einum hotelrúmi í Las Vegas í 2009.

Nú verður biðið um DNA roynd fyri at staðfesta, um DNA á einum kjóla hjá Mayorga, er ta hjá Cristiano Ronaldo.

Sakførarin hjá Cristiano Ronaldo, Peter S. Christiansen, sigur, at hansara klientur heldur fast við at samlegan millum seg og Kathryn Mayorga var við samtykki. Tí er ikki løgið um DNA hjá fótbóltsleikaranum er á kjólanum, ella at løgreglan ger tað til ein part av sínum kanningararbeiði.

Mayorga sigur, at hon var tvungin til at skriva undir dyljanaravtalu í 2010 og at hon fekk 375.000 dollarar fyri at halda munn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder