2019-03-23 11:30
Løgreglan hevur fingið nógvar fráboðanir í nátt um ting, sum eru hend í ringa veðrinum. Men vakthavandi sigur at talan var ofta um so lítil ting, at tey ikki eru skrásett.
- Tað er ongin grund at upptaka alarmsentralin, tí ein skrellispann er dottin, ytri rúturin í einum vindeyga er brotin ella ein grein er brotin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini við Portalin.
Vakthavandi greiðir frá, at tað er nokk at ringja til tryggingina, tá smáting eru hend á ognirnar. Tí skal ikki ringjast til løgregluna, um tílíkt kemur fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald