Ein bilajagstran er í gongd í løtuni í Spania til tess at fanga leiðaran av katalansku tjóðskaparrørsluni, Carles Puidgemont, fyrrverandi forseta í Katalonia.
Í dag skuldi tjóðartingið í Barcelona velja nýggjan forseta, og sum skilst, hevur Puidgemont verið í katalanska høvuðsstaðnum fyri at atkvøða, hóast hann síðan 2017 hevur livað í útlegd í Belgia.
Spanska løgreglan er tí farin undir at finna fyrrverandi forsetan, sum er eftirlýstur fyri landasvik.
Løgreglan kannar allar bilar, sum royna at koma um markið úr Spania til Fraklands, og fleiri bilar á sponsku høvuðs- og motorvegunum eru eisini støðgaðir, skrivar Ritzau.
61 ára gamli Carles Puidgemont er útbúgvin journalistur. Seinni gjørdist hann politikari sum partur í katalansku sjálvstýrisrørsluni í flokkinum CiU. Í 2011 gjørdist hann borgarstjóri í Girona og í 2016 varð hann valdur til forseta í Katalonia.
Í 2017 kunngjørdi hann, at ein fólkaatkvøða um katalanskt sjálvstýri frá Spania skuldi haldast. Hetta skapti politiska kreppu og øsing í Spania, og Puidgemont varð koyrdur frá og mátti flýggja til Belgia, har hann hevur livað í útlegd síðani.
Puidgemont er kortini valdur í katalanska tjóðartingið – ein sessur hann ikki hevur kunnað røkt – og varð eisini valdur í ES-tingið, ein sess hann slapp at røkja í eina tíð. Men eftir eina atkvøðugreiðslu í ES-tinginum í 2021 misti hann sítt órin.
Les eisini: ES-tingið tikið órinið frá Carles Puidgemont
Í 2018 vitjaði Puidgemont í Føroyum, boðin av táverandi fólkatingsliminum Magna Arge úr Tjóðveldi.
Carles Puidgemont til fótbóltsdyst á Tórsvølli í 2018 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald