Nógv fólk vóru í býnum í nátt, men kortini hevur verið heilt friðarligt, sigur løgreglan.
Men í gjár fekk løgreglan tvær fráboðanir um bilar, sum vóru punkteraðar í miðbýnum í Havn. Fyrsta frábonanin kom tíggju minuttir eftir midnátt, og tann næsta kom klokkan 9 um morgunin.
Tó er ikki heilt greitt, um talan hevur verið um herverk, men tað verður kannað í morgin, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Klokkan 5 í nátt fekk løgreglan boð um eitt møguligt harðskapsmál. Tveir mans komu til ilnar, og annar skal í hesum sambandi hava sligið hin.
Teir vóru tó so ávirkaðir av rúsdrekka, at tað ikki bar til hjá løgregluni at fáa nakra samanhangandi frágreiðing frá teimum, og tí er enn ógreitt hvat hendi. Løgreglan fer tó at seta seg í samband við teir báðar í dag, so tey kunnu finna útav, hvat tað er, sum er hent.
Løgreglan bað eina mannin fara á skaðastovuna, men sum skilst hevði hann ongan skaða fingið.
Beint eftir midnátt var ein maður eisini skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar.
Maðurin gekk og hótti og órógvaði fólk, og hann vildi ikki sissa seg, og tí varð hann handtikin. Hann varð tó seinni leyslatin aftur, og fær hann eina bót fyri brot á politiviðtøkurnar.
Annars gjørdi løgreglan eisini nógv burturúr at vitja skeinkistøð í nátt. Klokkan varð flutt í nátt, og sostatt mistu skeinkistøðini ein tíma, men sambært løgregluni vóru eingir trupulleikar, tí øll stongdu, tá tey skuldu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald