
Hóast countryfestivalur hevur verið í Sørvági og nógv fólk hava verið í býnum í høvuðsstaðnum, hevur sum heild verið talan um eina friðarliga nátt, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Tó kannar løgreglan eitt harðskapsmál frá í nátt.
Tað var beint eftir klokkan tvey, at boðað varð frá bardaga uttanfyri eitt skeinkistað í Havn, og í hesum sambandi varð ein persónur handtikin. Hann er nú skuldsettur fyri harðskap, og møguliga kemur onkur skuldseting afturat. Tað verður kannað víðari, sigur vaktleiðarin.
Eisini tók løgreglan ein persón við á støðina, sum hevði fingið ov nógv niðurum, og í Sørvági fekk ein persónur eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar. Eisini kannaði løgreglan ferðsluna í Sørvági, men har var alt, sum tað skuldi vera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald