Um 21-tíðina í gjárkvøldið varð boðað frá harðskapi uttanfyri eitt skeinkistað í miðbýnum í Havn.
Talan var um grovan harðskap, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at órættaði fekk onkrar skaðar í høvdið og fór á Landssjúkrahúsið.
Enn veit løgreglan ikki, hvør framdi harðskapin, men málið verður kannað. Løgreglan skal m.a. gera nakrar avhoyringar og hyggja at upptøkum frá vakmyndatóli.
Mitt í nátt varð eisini boðað frá bardaga millum tveir persónar í miðbýnum, og tað endaði við, at tann eini fekk bót á 3.000 krónur fyri brot á skilhaldsreglurnar, verður sagt av løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald