2024-07-13 12:16
Løgreglan arbeiðir í løtuni við einum harðskapsmáli í Vágum.
Løgreglan fekk í nátt eina fráboðan frá einum manni, sum segði, at hann var blivin sligin.
Hann hevði týðiligar skaðar í høvdinum og varð biðin um at lata seg kanna av einum lækna. Málið verður kannað nærri í dag, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan hevur eisini verið til staðar í Vágum, har Vestanstevna er hetta vikuskiftið, og í hesum sambandi kom løgreglan í nátt fram á ein bilførara, sum var ávirkaður av rúsdrekka.
Blóðroynd varð tikin av føraranum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald