Løgreglan leitar eftir ungari kvinnu í haganum í Sandvík. Kvinnan er týsk og um tjúgu ára aldur. Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini við Portalin.
Tey hava ábending um, at kvinnan møguliga er funnin, men at bíða verður eftir staðfesting uppá tað.
Tyrla og bjargingarlið leita eftir kvinnuni, sum fór einsamøll til gongu í haganum. Løgreglan sigur, at kvinnan segði seg vera vana at ganga í haganum og fór, hóast nógvan mjørka avstað.
In.fo skrivar, at kvinnan segði bussførara frá, at hon var von at ganga í fjøllunum, men at hon ikki var á staðnum, tá bussurin kom aftur til Sandvíkar.
Kvinnan er funnin. Sí Horvna gentan í Sandvík var umborð á Smyrli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald