Innanlands

Løgreglan minnir á forboð fyri vatnskutarum

Vatnskutarar hava ikki loyvi at sigla nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy og Mykines hesa tíðina

Tilvildarlig mynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tilvildarlig mynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-07-23 13:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú Ovastevnan og regatta nærkast, ynskir politiið at gera vart við, at tað ikki er loyvt at sigla við vatnskutara nærri enn 500 m. úr landi kring Nólsoy, Skúvoy og Mykines í tíðarskeiðnum 15. apríl til 31. august.

Heldur ikki er loyvt, at sigla við vanligum/skjóttgangandi báti skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 m. úr landi, á nærri tilskilaðum økjum, sonevnd ramsarøkjum, kring hesar somu oyggjar. 

Hetta er staðfest í kunngerð nr. 144 frá 7. november 2017 um sigling kring Ramsaroyggjarnar, Nólsoy, Skúvoy og Mykines, skrivar løgreglan á heimasíðuni.

Á Ovastevnuni og regatta fer politibáturin Óðin at vera tilstaðar, og millum annað verður uppgávan hjá politimanningini á Óðin, at hondhevja Ramsar-kunngerðina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder