Innanlands

Løgreglan: Nógv fólk í býnum

Í hesum sambandi hevur løgreglan tikið tveir bilførarar fyri rúsdrekkakoyring, tveir persónar hava fingið bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, og ein mátti sova rúsin av sær í brummuni

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-02-26 09:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt vóru nógv fólk at síggja í býnum, og hevði løgreglan fitt av arbeiði í hesum sambandi.

Løgreglan hevur í nátt tikið tveir bilførarar í miðstaðarøkinum fyri at koyra avirkaðir av rúsdrekka, og tveir persónar hava fingið bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.

Ein persónur hevur eisini sovið rúsin av sær í brummuni, tí hann hevði fingið ov nógv niðurum og ikki kláraði seg sjálvan, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Umframt hetta hevur løgreglan eisini verið noydd at leggja seg uppí, tá fólk eru komin til ilnar, men annars hevur talan verið um eina friðarliga nátt, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder