Innanlands

Løgreglan roynir at finna fram til ávísan lastbil

Bilurin mistin ein lut av lastini, sum rakti mótkoyrandi bil á landsvegnum við Áir

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-05-12 08:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan í Havn roynir at finna fram til ein lastbil, hvørs førara ætlanin er at geva eina álvarsliga átalu og helst eisini bót fyri ikki at tryggjað last sína nóg væl.

Um 14 tíðina kom bilurin koyrandi eftir landsvegnum við Áir, tá okkurt fleyg av lastini. Luturin rakti ein mótkoyrandi persónbil á kølarahjálmin. Tað var ein lutur av gummi av onkrum slagi og tíbetur hendi ikki nakar persónsskaði av óhappinum.

Førarin í persónbilinum boðaði løgregluni frá tilburðinum, men hesin fekk ikki fatur í nummarplátuni hjá lastbilinum.

- Vit arbeiða víðari við málinum í dag, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Á Tvøroyri vóru bøtur skrivaðar til tveir persónar, sum sótu á einum prutli. Tað er ikki loyvt at hava ‘passager’ við á prutli, og tí var bót skrivað til bæði prutlføraran og tann, ið sat aftanfyri.

Og á Toftum vóru eisini prutl á skránni hjá løgregluni í gjár. Fólk á Toftum gramdu seg um larmandi prutl, sum koyrdu runt í bygdini.

Tá løgreglan kom fram vóru ongi prutl at síggja ella hoyra.

- Vit mugu helst vera meira til staðar á Toftum hesa komandi tíðina, staðfestir vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder