Innanlands

Løgreglan sjónlig í ferðsluni í morgun

Talan er um fyribyrgjandi arbeiði

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-05-10 09:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tá fólk hava koyrt børnini í skúla ella hava koyrt til og frá Havnini í morgun, hava tey møguliga lagt merki til at fleiri politibilar eru á vegunum enn vanligt.

Av løgreglustøðini verður sagt, at fleiri skúlapatruljur eru úti í morgun, og at fleiri bilar eru úti á landsvegnum, serliga til og úr Havnini, har ferðslan er sera tung um morgunin. Ætlanin við nógva virkseminum í morgun er at fyribyrging.

- Vit fara út av og á og vísa okkum. Við tað at politibilar eru úti í ferðsluni, minnir tað á fólk um at halda ferðslulógina. Við at verða sjónlig kunnu vit fyribyrgja óhappum, uttan at løgreglan endiliga má taka tann keðiliga lut á seg at skriva bøtur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder