Innanlands

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk

Løgreglan vil fegin hoyra frá fólki, sum hava sæð okkurt í sambandi við herverkið á skúlan í Leirvík millum klokkan 1.30 og 2.30 leygarnáttina 14. juni

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-06-15 10:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverkið á skúlan í Leirvík leygarnáttina.

Tað var klokkan hálvgum trý leygarnáttina, at løgreglan fekk eina fráboðan um, at onkur hevði framt herverk á skúlan.

Onkur hevði blakað steinar og brotið fleiri rútar í skúlanum, og eisini varð herverk framt á eitt busskýli nær við skúlan, sigur løgreglan.

Les eisini: Herverk á skúlan í Leirvík

Løgreglan skrivar í fráboðan á Facebook, at hon sóknast eftir vitnum, sum hava sæð okkurt við skúlan í Leirvík millum klokkan hálvgum tvey og hálvgum trý leygarnáttina 14. juni. 

Vitni kunnu venda sær til politistøðina á tlf. 114 ella tlf. 351448.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder