Innanlands

Løgreglan: Tað hevur verið stak friðarligt

Løgreglan verður til staðar á bátastevnuni í Vestmanna, sum higartil hevur verið rættiliga friðarlig

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-24 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í hesum døgum er bátastevna í Vestmanna, og tað er helst orsøkin til, at tað hevur verið so friðarligt aðrastaðni í landinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Bátastevnan fekk eisini eina friðarliga byrjan, men kortini mátti løgreglan hjálpa tveimum persónum, sum høvdu fingið ov nógv niðurum. Ein varð koyrdur til hús, og hin varð koyrdur á løgreglustøðina í Havn at sova rúsin av sær.

Løgreglan verður til staðar á bátastevnuni við bátinum Óðin, og samarittarnir eru eisini væl mannaðir á staðnum, sigur vaktleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder