Innanlands

Løgreglan tvær ferðir send eftir sama manni

Maðurin var til fortreð bæði á matstovu og á skeinkistaði

2019-05-02 08:16 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan var tvær ferðir í gjár boðsend at taka sær av einum fullum manni, sum var til ampa har hann var.

Um 17 tíðina kom fyrsta fráboðanin úr einari matstovu í Havn har sagt var, at ein fullur maður var til ampa fyri aðrar gestir. Løgreglan fór á staðið og vísti viðkomandi burtur. Maðurin fekk eisini at vita, at tílíkum finnur man seg ikki í. Maðurin virkaði til at taka hetta til sín og fór víðari.

Men áleið ein hálvan tíma seinni vóru aftur boð eftir løgregluni at koma at taka sær av sama manni. Hesaferð var tað eitt skeinkistað í býnum, sum boðaði frá, at maðurin varð til fortreð har.

Løgreglan tók mannin við sær á løgreglustøðina, har hann varð settur at sita inntil á midnátt, tá skeinkistøðini høvdu latið aftur. Hann slapp síðani út aftur við einari bót fyri brot á politiviðtøkurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder