
Um klokkan 16.30 í gjár hendi eitt ferðsluóhapp inni í Kollafjarðartunlinum.
Ein bilur rendi í afturpartin á einum øðrum, og báðir bilarnir fingu so mikið av skaða, at teir fingu ikki koyrt av staðnum aftur.
Tó var eingin fólkaskaði. Sjey fólk vóru í teimum báðum bilunum, og tey vórðu koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Eitt annað ferðsluóhapp var millum Fjarða tíðliga í morgun. Talan var um ein bil, sum gleið í hálkuni og koyrdi útav. Heldur ikki í hesum førinum var nakar fólkaskaði.
Í nátt varð ein bilførari eisini tikin fyri at tosa í handhildnari telefon, meðan hann koyrdi, og tveir bilførarar eru undir illgruna fyri at hava koyrt ávirkaðir av rúsdrekka. Blóðroynd er tikin av teimum, og bíðað verður eftir úrslitinum. Hetta var í miðstaðarøkinum.
Løgreglan kannaði eisini ferðsluna á Glyvursvegi á Argjum, har bilførarar javnan verða tiknir fyri at koyra ov skjótt, men í hesum førinum var einki at finnast at.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald