2023-05-12 14:10
Í sambandi við eitt innslag í Góðan morgun Føroyar mikumorgunin tann 10. mai um ung og rúskoyring hevur ivamál stungið seg upp millum fólk, hvørt tey, ið hava ADHD, kunnu missa koyrikortið, um tey taka ADHD heilivág og koyra bil.
Føroya Politi nágreina á heimasíðuni í dag, at útgangsstøðinum missir man ikki koyrirkortið.
Ein persónur, sum tekur ADHD heilivág sambært læknaávising, kann sostatt í útgangsstøðinum koyra og missir ikki koyrikortið, um viðkomandi verður steðgaður av politinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald