Heilt nógv fólk vóru í býnum í Havn í gjárkvøldið, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini.
Av tí at heilagt er, tá klokkan er farin um midnátt, sigur haldidagslógin, at friður skal vera, og tað merkir, at støðini, sum hava opið um náttina, ikki kunnu skipa fyri dansi, og heldur ikki skal tónleikurin verða ov harður.
Løgreglan var í býnum, og í einum føri fekk eitt skeinkistað boð um at steingja.
Vaktleiðarin upplýsir, at løgreglufólkini fóru inn fyri at biðja tey um at skrúva niður fyri tónleikinum, men tað vísti seg at tað vóru alt ov nógv fólk inni – nógv fleiri, enn loyvið er til. Tí var tann óvanliga avgerðin tikin at krevja, at staðið varð afturlatið. Tá var klokkan umleið hálvgun trý.
Enn er ógreitt hvat eftirfylgirnar av hesum er, men skeinkistaðið skal rokna við at vera undir skerpaðum eftirlitið av løgregluni hesa komandi tíðina, upplýsir vaktleiðarin.
Ein persónur, sum uppførdi seg heldur ófantaligt í býnum í náttvarð handtikin. Eftir ein túr í klivanum í eina løtu, varð persónurin skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar, sum merkir, at hann fær eina bót.
Í nátt var eisini ein persónur tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald