Eftir eina drúgva vetrarferiu, er nú aftur gerandisdagur hjá løgtingslimunum.
Í dag er fyrsti fundur í løtgingssalinum síðan løgtingið varð sent í jólafrí.
Tvær 2. viðgerðir (stuðul at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya og sambýli til vaksin við autismu á Argjum) eru fyrst á dagsskránni fyri fundin, sum byrjar klokkan 13.
Síðan eru tríggjar 1. viðgerðir, harav tær tvær eru rættiliga umfatandi mál, nevniliga uppskotið hjá landsstýrinum um at seta binandi veðurlagsmál og uppskotið um fíggjarpolitiskt regluverk.
Hóast ongir fundir hava verið í tingsalinum í skjótt hálvanannan mánað, so hava tilgfólk verið til arbeiðis. Fleiri nevndarfundir hava verið, serliga fíggjarnevndin hevur havt úr at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald