Innanlands

Løgtingið feldi uppskot um kringvarpsgjald

Vinnufeløg sleppa ikki undan at rinda kringvarpsgjald fyribils

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-21 06:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Uppskotið hjá Jørgeni Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum, um at vinnufeløg skulu vera undantikin kringvarpsgjald varð í gjár felt í løgtinginum.

12 vóru fyri uppskotinum og 13 ímóti. Í álitinum skrivaði meirilutin í mentanarnevndini, sum eru samgongumboð, at samgongan arbeiðir við at rætta kringvarpsgjødlini til vinnufeløg, so tær smærru fyritøkurnar fáa ein munandi lætta.

Og meirilutin mældi til at fella uppskotið. Minnilutin í nevndini, sum er Jógvan á Lakjuni og Helgi Abrahamsen úr andsstøðuni, mældi til at samtykkja uppskotið.

Høgni Hoydal, sum er landsstýrismaður í mentamálum, upplýsti í tinginum í gjár, at landsstýrið fer at leggja fram uppskot um at broyta kringvarpsgjaldið í hesari tingsetuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder