Innanlands

Løgtingið fer í summarfrí um eina viku

Um val ikki verður útskrivað í næstu viku, verður tað ikki útskrivað fyrr enn á ólavsøku

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-04-26 10:26 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Fríggjadagin í næstu viku er seinasti arbeiðsdagurin hjá Løgtingsfólkum, áðrenn farið verður í summarfrí. Tað gjørdist greitt í síðstu viku. 

Tískil hevur samgongan einans eina viku til at avgreiða eina ørgrynnu av uppskotum. Fleiri uppskot hava ikki havt aðru viðgerð enn, meðan tað tykist greitt at eitt nú lógin um veiðigjald, sum hevði tikið langa tíð at viðgjørt, als ikki verður samtykt. 

Løgtingsval skal verða í seinasta lagi 1. septembur. Tað er eisini nógv sum bendir á, at løgtingsvalið ikki verður fyrr enn tá. Um Løgtingið fer í summarfrí fríggjadagin, verður løgtingsvalið helst útskrivað ólavsøkudag. Løgtingsvalið skal verða við í minsta lagi 4 viku freist og í mesta lagi 5 viku freist. 

Les eisini: Andstøðu- og samgongutinglimir skulu hava somu treytir  

Men tað er ikki óhugsandi at val verður útskrivað í næstu viku. Løgmaður segði í vikuni við Portalin, at um dýr uppskot verða samtykt uttan um samgonguna, verður val útskrivað. Havast skal í huga, at Samgonan hevur ikki meiriluta í løgtinginum. Um andstøðan tí samtykkir eitt serliga stórt uppskot, sum samgongan ikki tekur undir við, kann væl verða, at val verður útskrivað. 

Onnur viðurskifti gera seg eisini galdandi. Fólkatingsval skal verða í seinasta lagi 17. juni. Um val verður útskrivað í næstu viku, verður tað tætt uppá fólkatingsvalið. Til fólkatingsval í Føroyum, eru tað heilt onnur evni, sum gera seg galdandi enn til løgtingsval. Ríkisrættarliga støðan verður eitt nú altíð viðgjørd til fólkatingsval, meðan tað ikki altíð er líka nógv á breddanum til løgtingsval. Tí kann tað ávirka løgtingsvalið, um tað liggur tætt uppá fólkatingsvalið. 

Um val hinvegin verður útskrivað á ólavsøku, verður tað stutt tíð hjá nýggjari samgongu at gera fíggjarlóg, sum skal leggjast fram 1. oktobur. Løgmaður hevur áður sagt, at tað er óheppið, um nýggj samgonga ikki hevur tíð at gera fíggjarlóg. Tá hendan samgongan skrivaði undir samgonguskjalið 14. septembur í 2015, varð tað einans ein hálvur mánaði til fíggjarlógin skuldi leggjast fram. Úrslitið gjørdist, at fyribilsfíggjarlóg varð løgd fram, meðan broytingaruppskot og fylgilógir komu seinni. Ofta varð eitt nú neyðugt at víkja frá hoyringsfreistum, fyri at fáa uppskotini niðan í Løgtingið til tíðina, og tað varð funnist nógv at tí. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder