Innanlands

Løgtingið kemur saman í dag

Fýra viðgerðir eru á skránni í dag

2019-02-12 09:30 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgtingið kemur saman í dag kl. 11 og á skránni eru fýra viðgerðir og eitt svar frá landsstýrisfólki.

Av teimum fýra viðgerðunum er ein triðja viðgerð. Hendan snýr sum um uppskot um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk. Tað er Kristina Háfoss, landssstýriskvinna í Fíggjarmálum, sum hevur sett fram tað uppskotið.

Tær tríggjar fyrstu viðgerðirnar snúgva seg um broyting í løgtingslógini um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn; uppskot til broyting í løgtingslóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing; og uppskot til samtyktar um at seta í gildi almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður í Samferðslumálum, fer at svara fyrispurningi frá Óluvu Klettskarð um byrgingina um Haraldssund.

Sí alla skránna her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder