2026-02-05 10:11
Løgtingið tekur arbeiðið uppaftur í dag eftir ein støðg, meðan umgdómsting hevur verið.
Tingfundurin verður settur klokkan 11, og byrjað verður við minningarorðum um Jógvan Durhuus, fyrrverandi ting- og landsstýrismann fyri Tjóðveldisflokkin, sum andaðist herfyri, 87 ára gamal.
Fleiri fyrstu viðgerðir eru á skránni í dag. Eisini eru tvey uppskot, ið skulu avgreiðast við triðju viðgerð. Annað er uppskotið um at fyrireika, umvæla, útbyggja og nútímansgera Listasavn Føroya, og hitt er uppskot um at byggja sambýli til vaksin við autismu á Argjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald