Innanlands

Løgtingið sýnir samhuga við Ukraina

Í dag verður ukrainska flaggið vundið á stong saman við Merkinum uttanfyri Løgtingið. Formanskapurin vil á henda hátt vegna Løgtingið sýna samhuga við ukrainska fólkinum

(Mynd: Løgtingið)

(Mynd: Løgtingið)

2023-02-24 12:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag er eitt ár síðani, at Russland leyp á Ukraina, og síðani hevur ført eitt oyðileggjandi kríggj móti ukrainska fólkinum. Kríggið kostar hvønn tíma og hvønn dag nógv mannalív, ger stóran skaða og leggur ein myrkan skugga yvir heimin, eisini Føroyar.

Í dag verður ukrainska flaggið vundið á stong saman við Merkinum uttanfyri Løgtingið.

Formanskapurin vil á henda hátt vegna Løgtingið sýna samhuga við ukrainska fólkinum.

Flokkarnir á tingi hava allir staðið saman um at taka ímóti flóttafólki úr Ukraina og at gera átøk at mótmæla krígnum. Kríggið er eitt álop á frælsi og fólkaræðið, og vit vilja á henda hátt sýna okkara samhuga við ukrainska fólkinum, og ikki minst teimum borgarum, sum nú búgva í Føroyum.

Formansskapurin ferð eisini í dag at senda eina samhugaheilsan til Verkhovna Rada, fólkavalda tingið í Ukraina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder