2023-04-24 20:59

Flaggdagshaldið í Runavík verður við skótahúsið við Løkin í morgin, týsdagin 25. apríl klokkan 14.
Tað verður Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, ið heldur røðuna.
Skótar og ítróttarfólk ganga skrúðgongu, og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Eisini verður ein drekkamuður at fáa inni í skótahúsinum, skrivar Runavíkar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald