Innanlands

Løgtingsforkvinnan hitt starvsfelagar í Útnorði

Á fundinum í Útnorðurráðnum var eitt nú ársfundurin og hátíðarhaldið í sambandi við 40 ára stovningardag Útnorðurráðsins umrøddur

Kim Kielsen, formaður fyri Inatsisartut, Þórun Sveinbjarnardóttir, forseti Altingsins og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna

Kim Kielsen, formaður fyri Inatsisartut, Þórun Sveinbjarnardóttir, forseti Altingsins og Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna

2025-05-23 10:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Løgtingið: Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevur í hesum døgum luttikið á fundum í Reykjavík. Útnorðurráðið hevði formansskapsfund, og luttók Bjørt Samuelsen á fyrsta sinni, sum forkvinna fyri føroysku sendinevndina.

Á fundinum í Útnorðurráðnum var eitt nú ársfundurin og hátíðarhaldið í sambandi við 40 ára stovningardag Útnorðurráðsins umrøddur. Hetta verður í Grønlandi seinni í ár.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hitti harumframt nývalda forseta Altingsins, Þórunn Sveinbjarnardóttir. Saman við grønlendska formanninum fyri Inatsisartut, Kim Kielsen, umrøddu hesi trý tingforfólkini viðurskifti av felags áhuga fyri londini í Útnorði. Eitt nú spentu støðuna í heiminum og týdningin av at standa saman sum smátjóðir, í hesum serligu tíðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder