Innanlands

Løgtingsformaðurin fær rætt til bústað

Um uppskotið um løgtingsmannaløn verður samtykt, fær løgtingsformaðurin rætt til bústað, um hann er búsitandi uttanfyri høvuðsstaðin

Lógin verður galdandi eftir næsta løgtingsval (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Lógin verður galdandi eftir næsta løgtingsval (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-01 12:05 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Eftir nýggja uppskotinum um samsýning til løgtingsfólk, fáa løgtingsformenn, sum hava bústað uttanfyri høvuðsstaðin, rætt til goldnan bústað í Havnini.

Jonhard Klettheyggj, stjóri í løgtingsumsitingini, sigur, at talan er um broyting, sum arbeiðsbólkurin, ið hevur arbeitt við nýggja uppskotinum, er komin við. Bólkurin hevur mælt til, at løgtingsformaðurin verður javnsettur við løgmann í øllum viðurskiftum og ikki bara í lønarviðurskiftum, sum hevur verið galdandi áður. 

Les eisini: Løgtingsfólk fáa lønarhækkan upp á 6000 krónur  

Løgmaður hevur havt rætt til frían bústað í høvuðsstaðnum, um hann er búsitandi uttanfyri høvuðsstaðin síðani lógin um samsýning til landsstýrisfólk varð broytt í 2015. 

Afturat hesum fær løgtingsformaðurin eisini rætt til flutningskostna við egnum bili við Strandaraskipum Landsins ella til tunnilsgjald 200 ferðir aftur og fram árliga. 

Løgtingsformenn úr Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og Hvítanesi fáa ikki hesi kostnaðarendurgjald. 

Um lógin verður samtykt, verður hon galdandi eftir næsta løgtingsval. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder