Innanlands

Løgtingsins Umboðsmaður fekk 83 klagur í 2018

Umboðsmaðurin tók eisini tvey mál upp av egnum ávum

Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins Umboðsmaður (Savnsmynd: JN.fo)

Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins Umboðsmaður (Savnsmynd: JN.fo)

2019-06-25 12:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Frágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2018 er í gjár handað Løgtinginum.

Í frágreiðingini sæst, at umboðsmaðurin fekk 83 klagur í 2018. Harumframt vóru 4 klagur avgreiddar, sum vóru innkomnar (men ikki avgreiddar) árini frammanundan. 

Umframt tær ítøkiligu klagurnar, sum umboðsmaðurin fekk í 2018, tók umboðsmaðurin 2 mál upp av egnum ávum. Av hesum slagi av málum var 1 endaliga avgreidd við árslok.  Harumframt vórðu 3 mál avgreidd frá árunum frammanundan. 

Av klagunum, sum vóru avgreiddar í 2018, endaðu 11 við áliti, 43 klagur endaðu við einari aðrari viðgerð enn áliti, meðan 14 klagur vórðu avvístar, skrivar Løgtingsins Umboðsmaður.

Í hesi ársfrágreiðing kunnu lesast stuttar frásagnir av ymiskum málum, sum umboðsmaðurin hevur viðgjørt í 2018. Somuleiðis kunnu lesast 4 greinar um evnir, sum kunnu hava almennan áhuga. Umrøtt verða spurningar um Ógegni, 1 ára klagufreistin í umboðsmanslógini, § 24, stk.1 í Barnarættindasáttmálanum og Journalisering.

Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt ímóti einstaka borgaranum.

Ein og hvør kann klaga til umboðsmannin, og tað er ókeypis.

Ársfrágreiðingin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder