Eftir innslagið í Dag & viku í gjár, har Gudny Langgaard vísti á, at lønin kanska kann vera ein orsøk til, at fólk í leiðandi størvum aftra seg at stilla upp til løgtingið, hevur nógv kjak verið.
Les eisini: Løgtingslønin er ikki kappingarfør í mun til leiðarastarv í privatu vinnuni
Men hvat fáa løgtingsfólk í løn. Jú, tað liggur um 40.000 krónur um mánaðin. Starvið verður sagt at vera hálvtíðarstarv, men er javnan meira enn tað.
- Løgtingsmenn fáa eina mánaðarløn, ið er 38.585,22 kr. Harumframt fáa allir 2.000,00 kr. skattafrítt, ið er eitt kostnaðarískoyti til ymsar útreiðslur, sum kunnu standast av arbeiðinum sum tingmaður, skrivar Løgtingið á heimasíðu sínari.
- Tingmenn fáa eisini eitt skattafrítt kostnaðarendurgjald fyri flutning millum heimstað og Løgtingið í 100 dagar um árið. Tingmenn fáa í tímapeningi 150 kr. pr. dag í 100 dagar um árið, tó fáa tingmenn úr Suðuroy 250 kr. pr. dag. Hesi endurgjøld fáa tingmenn búsitandi í Suðurstreymoy ikki.
- Limirnir í formansskapinum (næstformenninir) og nevndarformenninir fáa harumframt 2.500,00 kr. um mánaðin
- Tingmenn vinna eisini rætt til eftirløn soleiðis, at teir fyri 1-8. árið fáa rætt til 4,5% av lønini pr. ár, og 3% fyri 9-16. árið. Tá tingmaður hevur sitið á tingi í 16 ár, hevur hann sostatt rætt til 60% av lønini í eftirløn frá 67 ára aldri, skrivar løgtingið.
Tingformaðurin fær nakað hægri løn, og somu løn sum løgmaður.
- Løgtingsformaðurin fær sambært lógini somu løn sum løgmaður, tvs. 80.781,18 kr. um mánaðin. Hann vinnur eisini eftirløn soleiðis, at hann fær rætt til 9% av lønini í eftirløn frá 67 ára aldri, fyri hvørt árið tey fyrstu 4 árini, og síðani 6% tey næstu 4 árini, sigur løgtingið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald